Ósemja millum samgongu og andstøðu um P/F Suðuroyartunnilin
Samgongutinglimirnir í rættarnevndini mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um at stovna eitt partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna

Meirilutin í rættarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið hjá Bjarna Hammer um at stovna eitt partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður, legði vegna Javnaðarflokkin málið fram tann 16. desember 2019, og eftir 1. viðgerð 22. januar 2020 varð tað beint rættarnevndini.
Nevndin viðgjørdi málið á fundum 5., 12. og 27. februar, 9. mars og 27. apríl 2020.
Undir viðgerðini hevði nevndin fund við Kristian Stórhamar, P/F Eystur- og Sandoyartunlar, Landsbyggifelagið og landsstýrismannin í fíggjarmálum saman við Landsverki.
Christian F. Andreasen úr Fólkaflokkinum, Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum umboða samgonguna í rættarnevndini.
Teir fýra taka undir við tí arbeiði, sum avvarðandi landsstýrismaður hevur sett í gongd. Teir halda tó, at allir flokkar á Løgtingi skjótast gjørligt eiga at gera eina felags semju um hetta stóra mál. Teir halda tað ikki vera neyðugt at samtykkja verandi uppskot til samtyktar, fyrr enn hendan semjan er gjørd.
- Meirilutin tekur sostatt ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, siga teir fýra.
Les álit í løgtingsmáli nr. 43/2019 her
Christian F. Andreasen er formaður í rættarnevndini.
Andstøðan einki frætt frá samgonguni
Minnilutin í rættarnevndini tekur undir við at samtykkja uppskotið hjá Bjarna Hammer.
Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, sum umboða minnilutan í rættarnevndini, vísa á, at um tað skal vera koyrandi til Suðuroynna í 2030, so má arbeiðið byrja í 2023, tá Sandoyartunnilin er liðugur.
- Tað er tí neyðugt, at steðgur ikki kemur í, men at arbeiðið kann halda beinleiðis fram, tá ið komið er ígjøgnum til Sandoynna. Tí hevur tað skund at fáa gjørt allar neyðugar fyrireikingar og at byrja nú.
- Fyrsti liður í at byrja verkætlanina við einum undirsjóvartunli til Suðuroynna er at stovnseta partafelagið, sum skal gera og reka tunnilin. Í sambandi við hinar undirsjóvartunlarnar hava myndugleikarnir valt at stovna almenn partafeløg at standa fyri fyrireiking, tunnilsgerð og rakstri. Harafturat hava feløgini sjálv staðið fyri at útvega fígging, út yvir partapeningin, fyri at fullføra verkætlanina. Hesin leistur hevur riggað væl.
Minnilutin í rættarnevndini førir víðari fram, at longu undir fyrstu viðgerð av málinum boðaði andstøðan frá, at hon metti tað neyðugt at gera politiska semju við allar flokkar á tingi um verkætlanina.
- Enn hava vit tó einki frætt, siga andstøðufólkini.
100 milliónir krónur árliga til tunnilin
5 milliónir krónur eru játtaðar til forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin. Landsverk skal gera seismiskar kanningar, og hetta arbeiðið skal byrja í summar.
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við eini ætlan um at seta upp móti 100 milliónir krónur av árliga á langtíðar íløguætlanini til hesa verkætlan, galdandi frá 2024, tá verandi játtan til Eystur- og Sandoyartunlar, sum er 50 milliónir krónur árliga, gongur út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald