back-icon

02.03.2021 23:30

Óttast fleiri sóttarhaldsbrótarar til Føroya

Fyrrverandi Paradise-luttakari sóknast eftir onkrum at leiga í nakrar vikur

Anne Plejdrup vann í 2019 Paradise Hotel, men Teitur Skoubo fór avstað við øllum pengunum. Hann vann 300.000 krónur
02.03.2021 23:30 Hvat.fo

Alt landið var á gosi um vikuskiftið, tá tað kom fram, at ferðafólk úr Danmark ikki hildu føroysku tilmælini og fór beint í býin aftaná komu fríggjadagin.

Søgan elvdi til viðmerkingar frá bæði fútanum og løgmanni, um at hetta als ikki var í ordan. “Respektleyst” varð brúkt um hendingina.

Tað er eingin loyna, at ein stórur partur av føroyska samfelagnum koyrir sum áðrenn korona byrjaði at herja heimin, og at vit her á landi hava tað væl fleiri møguleikar enn í londunum rundan um okkum.

Realityluttakarin Anne Plejdrum, sum í 2019 vann Paradise Hotel saman við føroyska Teiti Skoubo, hevur á Instagram í dag spurt um nakar kennir onkrum, sum hevur eitt hús til leigu í Føroyum. Hetta hevur aftur fingið sinnið í kók hjá fleiri á sosialum miðlum.

Men í mun til donsku gestirnar farna vikuskiftið, sum bara vóru á klettunum í nakrar fáar dagar, so bendir okkurt á, at Anne Plejdrup ætlar sær at halda tilmælini um seks dagar í sóttarhaldi, tá hon kemur hendan vegin. Í øllum førum sóknast hon eftir onkrum at leiga í nakrar vikur til ein mánað.

[object Object]

(Mynd: Anneplejdrup/Instagram)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald