back-icon

07.07.2020 14:46

Paradise Hotel partur strikaður eftir rasistiska útsøgn

Ein partur av vælumtóktu donsku realityrøðini Paradise Hotel hevur skapt so mikið stóra øsing í Noregi og Svøríki, at framleiðarin av røðini, Nordic Entertainment Group (NENT), hevur valt at taka partin av sínum stroymingtænastum

Türker Alici (Mynd: Anthon Unger)
07.07.2020 14:46 Jens Hákun Leo

Ein partur av vælumtóktu donsku realityrøðini Paradise Hotel hevur skapt so mikið stóra øsing í Noregi og Svøríki, at framleiðarin av røðini, Nordic Entertainment Group (NENT), hevur valt at taka partin av sínum stroymingtænastum.

Hetta skrivar DR.

Parturin varð upprunliga vístur í Danmark í januar, men hann er ikki komin út í Noregi og Svøríki fyrr enn nýliga.

Í partinum verður 18-ára gamla Sarah Dohn spurd, um Türker Alici er hennara týpa.

Svarið hjá Saru hevur sett sinnini hjá fólki í kók.

- Eg eri ikki so nógv til hetta útlendska. Men hann er so bestemt ein týpa, eg hevði farið eftir, um hann ikki var útlendingur. Tað er ikki tí, eg eri rasistisk, men eg fari vanliga ikki eftir útlendingum, segði Sarah.

[object Object]

Sarah Dohn (Mynd: aftonbladet.se)

Norska realitystjørnan Bettina Buchanan heldur, at tað er heilt "sjúkt", at Viaplay Danmark hevur sent hesa útsøgnina.

- At siga at mann hevði hugt eftir einum, um tey ikki høvdu verið útlendsk, er ein rasistisk útsøgn. Tað er heilt sjúkt, at Viaplay Danmark hevur sent hetta, sigur Bettina.

NENT biður um umbering

Fleiri 100.000 hava sæð umrødda brotið í Noregi og Svøríki, og nógv túsund hava úttalað seg kritiskt.

NENT biður hyggjararnar um umbering fyri útsøgnina.

- Vit hava eina ábyrgd at framleiða innihald, sum ikki setur niðrandi atburð í eitt positivt ljós, og sum ikki fer uppá kompromis við okkara virði sum fyritøku, og tí hava vit valt at strika Paradise Hotel umfar 16, part 4, eftirsum ein hending er í partinum, sum okkara hyggjarar kunnu uppfata sum frástoytandi.

- Tað hevur aldrin verið ætlanin, hvørki hjá okkum ella hjá Saru Dohn, og vit biðja miriliga um umbering, um vit hava sært okkara hyggjarar, sigur Mette Barne frá NENT Group.

Alici og Dohn eru ósamd

Hvørki Türker ella Sarah halda, at NENT hevur tikið røttu avgerðina við at strika umrødda partin.

Türker heldur, at um tað er nakar, ið eigur at vera stoyttur yvir útsøgnina, so er tað hann sjálvur.

- Men eg sá tað ironiska í útsøgnini. Eg visti 100%, hvat Sarah meinti, tá hon segði hatta, og tað var ikki rasistiskt meint. Men fólk misskilja og mistulka við vilja.

- Tí er tað ófatiliga meiningsleyst, at tey strika partin. Fólk gera hetta til nakað, sum tað ikki er. Eg varð ikki stoyttur av hasum, og tí skulu onnur heldur ikki verða stoytt.

- Men at NENT Group hoyknar undir trýstinum og strikar partin, vísir bara, hvussu stórt vald sosialir miðlar hava. Tað er ræðandi, slær Türker fast.

[object Object]

Sarah Dohn og Türker Alici í Paradise Hotel

Sarah nýtur í sínum lag høvi til at vísa aftur, at hon meinti nakað rasistiskt við tí, sum hon segði. Hon leggur eisini sviar undir ikki at fata nakað.

- Tað var skeivt av mær at siga so, og tað kom skeivt út tá. Eg meinti tað slettis ikki soleiðis, og eg segði tað eisini tá, eftir at tað varð víst fyrstu ferð. Tað høvdu fólk eisini forstáilsi fyri, men er málið farið á rull aftur í Svøríki - og sviar fata jú einki. Teir síggja jú bara hasi tíggju sekundini frá hasum parleikinum, og so hoyra teir tað, sum teir vilja hoyra, sigur Sarah.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald