back-icon

25.03.2020 17:00

Parráðgevi: Hetta kann ávirka summi pør

Elin í Stórustovu, sexologur og parráðgevi, vísir á, tað eru fleiri serfrøðingar úti í heimi, sum meta, at koronakreppan kann koma at hava við sær par- og hjúnaskilnaðir

25.03.2020 17:00 Jens Hákun Leo

Ein av spurningunum, sum mong seta sær í hesum døgum, er hvussu koronakreppan fer at ávirka parløg.

Fer hon at syndra tey, ella fer hon at styrkja um tey?

Elin í Stórustovu, sexologur og parráðgevi, vísir á, tað eru fleiri serfrøðingar úti í heimi, sum meta, at koronakreppan kann koma at hava við sær par- og hjúnaskilnaðir.

- Ikki neyðturviliga her og nú, men møguliga uppá longri sikt.

Parráðgevin heldur fyri, at summi parløg hava helst sínar avbjóðingar í hesum tíðum.

- Nógv foreldur verða noydd at vera heima hjá sínum børnum, sum ikki sleppa á stovn ella í skúla, hóast tey eisini mugu passa sítt arbeiði og sínar dagligu skyldur. Tey mugu so undirhalda og aktivera børnini, samstundis sum tey skulu gera sítt arbeiði, og hetta kann vera ein avbjóðandi tíð fyri summi, sigur hon.

Elin í Stórustovu leggur tó dent á, at mong pør óivað uppfata hesa íkomnu støðuna sum kærkomna.

- Eg trúgvi, at tað eru fleiri familjur og pør, sum hava havt nógvar góðar og hugnaligar løtur saman hesar síðstu vikurnar. Og eg trúgvi eisini, at tað eru nógv, sum eru glað fyri hendan møguleikan, tey hava fingið, at vera meira saman við hvørjum øðrum.

- Sjálvandi kann tað vera belastandi at vera í sama rúmi í longri tíð, men sum heild vænti eg, at nógv hava havt væl fleiri góðar enn ringar løtur í hesum innanduratíðum.

Elin í Stórustovu sigur víðari, at tann fíggjarligi smeiturin, sum koronakreppan hevur havt við sær, sjálvsagt kann ávirka summi á ein neiligan hátt.

- Tað eru kanska nøkur, sum kanska eru frustrerað av, at tey nú ikki sleppa til arbeiðis og tí ikki fáa ta somu inntøkuna sum áðrenn. Hetta kann verða viðvirkandi til, at tey kenna seg trýst og kedd.

Parráðgevin heldur fyri, at tað eisini kann vera so ymiskt, hvussu fólk duga at laga seg til at skula heimanifrá.

- Viss mann frammanundan hevur gjørt nógv av tí at arbeiða heimanifrá, so hevur mann kanska ikki torført við at umstilla seg til hesa íkomnu støðuna. Hevur mann hinvegin verið vanur við at fara út um dagarnar, so kann hetta skapa avbjóðingar. 

- So tað kann vera so ymiskt frá familju til familju og frá einum pari til eitt annað. Summi kenna seg kanska tyngd av ikki at sleppa til arbeiðis, meðan onnur kanska síggja hetta sum balsam fyri sálina: at sleppa at vera meira saman við makanum og við børnunum og at sleppa at byggja puslispøl, baka kakur og sum heild bara hugna sær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald