back-icon

08.07.2020 14:02

Petur Øl sagt upp sum stjóri í Okkara

Petur Petersen, sum nógv kenna undir kelinavninum Petur Øl, er ikki longur stjóri í Okkara

Petur Petersen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
08.07.2020 14:02 Jens Hákun Leo

Petur Petersen, sum nógv kenna undir kelinavninum Petur Øl, er ikki longur stjóri í Okkara.

Hetta upplýsir Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.

Einar Waag fortelur, at Petur Petersen segði upp, áðrenn Føroya Bjór keypti Okkara í farna mánað.

- Hann segði upp, áðrenn vit yvirtóku, men eg veit ikki, hví hann segði upp. Tað mást tú spyrja hann sjálvan um.

- Vit vita heldur ikki, hvør kemur at yvirtaka eftir Petur, men eg vænti, at vit koma at fáa greiði á tí skjótt, sigur Einar Waag, sum undirstrikar, at Okkara kemur at koyra víðari, sum tað hevur gjørt.

Einar Waag vónar, at Føroya Bjór fær skil á tann fíggjarliga partin hjá felagnum.

- Tað er komið niður á 0 nú, og Okkara hevur havt undirskot í 10 ár, so tað mugu vit fáa rættað upp uppá, heldur hann fyri.

Roknskapurin hjá Okkara fyri 2019 er ikki almannakunngjørdur enn, men í 2018 hevði Okkara 600.000 krónur í halli, og eginognin var minus 2,8 milliónur krónur. Í 2017 var hallið slakar 2,3 milliónir krónur. Okkara hevur ongantíð havt yvirskot, og tilsamans hevur felagið havt hall upp á 20 milliónir krónur, síðan tað sá dagsins ljós.

Bryggjaríið Okkara varð stovnað í 2009.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Peturi sjálvum um, hví hann segði upp í Okkara.

Petur tók við starvinum sum stjóri í Okkara tann 1. februar 2016. Hann hevur starvast hjá Okkara í tveimum umførum, og hann hevur eisini starvast í nógv ár hjá Føroya Bjór. Frá 2014-16 var Petur stjóri í Kjøtbúðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald