back-icon

12.09.2020 12:56

Plátuvendari nýggjur í X Factor dómaratoyminum

Martin Jensen er nýggi dómarin í danska X Factor

Martin Jensen, Oh Land og Thomas Blachman (Mynd: Lasse Lagoni / X Factor TV2)
12.09.2020 12:56 Hvat.fo

Plátuvendarin Martin Jensen er nýggi dómarin í danska X Factor. Hann skal saman við Thomas Blachman og Oh Land manna dómaratoymið, tá X Factor aftur kemur á skíggjan í januar 2021.

Martin Jensen er kendur fyri hittini “Solo Dance”, “All I Wanna Do”, og “Nobody”, sum saman við øðrum løgum eru við til, at 28 ára gamli plátuvendarin hevur 2,5 milliardir stroymingar.

Hann tekur yvir eftir Ankerstjerne, sum seinastu tvey árini hevur verið X Factor-dómari.

Thomas Blachman hevur seinastu trý árini saman við sínum luttakarum vunnið kappingina.

Danska X Factor verður víst á TV2 við Sofie Linde sum verti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald