back-icon

04.02.2021 16:03

“Pole dance” á føroyskum? Føroysk rættstaving hevur nøkur boð

Stólpadansur, súludansur, nektardansur ella bara pole dance

(Mynd: EPA)
04.02.2021 16:03 Hvat.fo

Enska orðið “Pole dance” hevur skapt kjak á Facebookbólkinum “Føroysk rættstaving”.

Saman við einari mynd av einari kvinnu, sum hongur í einari stong skrivar ein brúkari: Føroyskt ítróttarmál er fult í enskum. Hetta kalla tey "pole dance". Kundi tað ikki heldur itið "stólpadansur, stangardansur" ella okkurt annað hóskandi, spyr brúkarin.

Og viðmerkingarnar og boðini eru fleiri.

Uppskot sum súludansur og peladansur koma fram koma fram í viðmerkingunum. Ein skjýtur upp, at rópa tað nektardans.

Hetta síðstnevnda er tó onkur sum ger vart við ikki kann vera rætt, tí “pole dance” er ein ítróttargrein, og hevur einki við tað at nekta seg at gera.

Men hví skal alt umsetast til føroyskt, spyr ein, og tekur dømir um disco dans, quickstep og hip-hop, sum ikki er umsett til føroyskt.

Alt kjakið kann lesast her

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald