back-icon

03.08.2020 21:00

Porno møguliga ein álvarslig hóttan fyri kynslív hjá monnum

Næstan fýra av tíggju monnum hava trupulleikar við sínum kynsliga førleika, og hetta kann standast av porno, staðfestir nýggj gransking

03.08.2020 21:00 Jens Hákun Leo

Næstan fýra av tíggju monnum hava trupulleikar við sínum kynsliga førleika, og hetta kann standast av porno, staðfestir ein nýggj granskingarverkætlan, sum byggir sína niðurstøðu uppá svar, sum 3.267 menn frá ávikavist Belgia, Danmark og Stórabretlandi hava givið uppá 118 ymiskar spurningar.

Gunter de Win, granskari frá lærda háskúlanum í Antwerpen, fortelur, at menninir, sum luttóku í verkætlanini, hyggja í meðal 70 minuttir um vikuna eftir porno, harundir ímillum fimm og fimtan minuttir hvørja ferð.

Ein onnur niðurstøða í granskingarverkætlanini er, at 23 prosent av monnum undir 35 ár hava á ein ella annan hátt trupulleikar við sínum kynsliga førleika, tá teir eru saman við einum partnara, skrivar Ekstra Bladet.

- Granskingin vísti ein greiðan samanhang ímillum kynsliga førleika, og hvussu nógv mann hyggur eftir porno. Menn, sum hyggja í meira lagi eftir porno, liggja eisini hægri á pornobundni-skalanum, sigur de Win, sum minnir á, at hædd skal takast fyri, at granskingin einans byggir á eitt spurnablað og ikki kliniskar royndir.

Hetta merkir, at granskingarverkætlanin staðfestir ikki endaliga, hvørt nýtsla av porno hevur við sær verri kynsligar førleikar.

Granskingarverkætlanin avdúkar í aðrar mátar, at 9 av 10 monnum spola fram til tey heitastu brotini, tá teir hyggja eftir porno. De Win førir fram í hesum sambandi, at porno broytir okkara fatan av sex.

- Í okkara gransking eru tað bara 65 prosent av monnunum, sum halda, at sex við einum partnara er meira nøktandi enn porno. Harumframt halda 20 prosent av monnunum, at teir hava tørv á meira ógvusligum porno fyri at verða líka so nøktaðir sum frammanundan, sigur de Win.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald