11.02.2023 17:17
Reiley á pall í kvøld
Danska Melodi Grand Prix byrjar klokkan 19 føroyska tíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
11.02.2023 17:17
Sverri Egholm
Arena Næstved verður í kvøld karmur um danska Melodi Grand Prix. Millum teir átta luttakararnar er havnarmaðurin Rani Petersen, sum kallar seg Reiley.
Hann verður av veddingarfyritøkum mettur at liggja væl fyri, og summar meta enntá, at Reiley fer at vinna.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Rani Petersen fer at framføra lagið "Breaking My Heart", men føroyingar mugu brynja seg við toli, tí Reiley verður tann síðsti sum fer á pallin í Næstved í kvøld.
Til ber eisini hjá føroyingum at atkvøða, og tað verður gjørt ókeypis umvegis appina DR Grand Prix.
Danska Melodi Grand Prix verður víst á DR1 frá klokkan 19 føroyska tíð.
Appin kann takast niður her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald