back-icon

11.02.2023 21:12

Reiley vunnið Melodi Grand Prix

Við 43 prosent av atkvøðunum vann Rani Petersen í danska Melodi Grand Prix við lagnum “Breaking my Heart”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

11.02.2023 21:12 Sverri Egholm

Vinnari av Melodi Grand Prix 2023 er Reiley við lagnum “Breaking my Heart”.

Havnardrongurin vann við 43 prosentum av atkvøðunum, og skal harvið umboða Danmark í Eurovision, sum verður í Liverpool í mai.

Hann hevur verið ein av favorittunum seinastu vikurnar, men í dag skuldi slagið standa. Bæði í SMS-atkvøðum og á appini stóð hann seg væl, og nú í finaluumfarinum fekk hann eisini flestar atkvøður frá dómsnevndini.

[object Object](Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

Eurovision Song Contest verður í Liverpool 9., 11. og 13. mai. Danmark við Reiley sum umboði, luttekur í seinnu hálvfinaluni, sum verður 11. mai.

Soleiðis gjørdist úrslitið

1. Reiley, 'Breaking My Heart' 43 prosent (15 prosent hyggjaraatkvøður, 28 prosent dómsnevndaratkvøður)

2. Nicklas Sonne, 'Freedom' 34 procent (20 prosent hyggjaraatkvøður, 14prosent dómsnevndaratkvøður)

3. Micky Skeel, 'Glansbillede' 23 procent (15 prosent hyggjaraatkvøður, 8prosent dómsnevndaratkvøður)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald