back-icon

08.09.2020 18:05

Róptar skøkjur: Vitjaðu enskar landsliðsleikarar í Íslandi

Tvær íslendskar stelpur skapa yvirskriftir kring heimin

19 ára gamla Lára Clausen og 20 ára gamla Nadia Sif Lindal Gunnarsdóttir (Mynd: Instagram)
08.09.2020 18:05 Hvat.fo

Eitt hugnaligt kvøld í Íslandi hjá Mason Greenwood og Phil Fooden, sum spæla á enska landsliðnum, hevur nú við sær, at teir báðir ikki eru við í hópinum móti Danmark í kvøld.

Teir fingu nevniliga vitjan av tveimum íslendskum damum við nøvnunum Nadia Sif Lindal Gunnarsdóttir og Lára Clausen, eftir 1-0 sigurin móti Íslandi í Reykjavík leygardagin. Bæði íslendskir og ávísir bretskir miðlar hava gjørt nógv burturúr hendingini, tí hetta er ikki loyvt sambært UEFA reglunum.

[object Object](Mynd: Instagram)

Íslendska Morgunblaðið skrivar, at tær báðar hava verið út fyri nógvum kritikki á sosialum miðlum síðani hetta kom fram, og eru róptar bæði eitt og annað. Millum annað skøkjur.

- Vit hittust á netinum. Eg tosaði við Mason Greenwood nakrar dagar áðrenn teir komu til Íslands, sigur 20 ára gamla Nadia Sif Lindal Gunnarsdóttir sambært Daily Mail.

[object Object]Phil Foden (20 ár) spælir dagliga við Manchester City meðan 18 ára gamli Mason Greenwood spælir við Manchester United

- Eg havi tað ikki gott við hesum. Tað var ikki meiningin at seta teir í ringt ljós. Vit vistu ikki betri, og vistu ikki, at teir vóru í sóttarhaldi. Vistu vit tað, so høvdu vit ikki vitjað teir, sigur sprundið, sum í fjør var við í Miss Universe Iceland vakurleikakappingini.

- Sjálvandi høvdu vit eitt gott kvøld. Tað vóru bara vit fýra, sum brúktu tíð saman og lærdu hvønn annan at kenna. Teir eru nakrir fittir fýrar, sigur hon.

[object Object]Nadia Sif Lindal Gunnarsdóttir (Mynd: Instagram)

Síðani hava tey fýra ikki prátað saman, og hetta er sambært Nadiu Sif Lindal Gunnarsdóttir fyri ikki at elva til fleiri trupulleikar.

Mason Greenwood og Phil Foden fingu báðir debut fyri enska landsliðið í dystinum móti Íslandi, og hava biðið um umbering fyri óhepnu hendingina.

Danmark og England spæla í Parkini í kvøld klokkan 19:45. Men tað verður altso uttan teir báðar ævintýrararnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald