back-icon

13.03.2020 13:30

Russisk skip í Føroyum: Tað eru vit sum kunnu smitta teir

Í Klaksvík bera fólk ótta fyri russunum, sum løgdu við kei um middagsleitið

13.03.2020 13:30 Jens Hákun Leo

Í Klaksvík bera fólk ótta fyri russunum, sum løgdu við kei um middagsleitið.

Ein russiskur trolari legði við kei í Ánunum stutt eftir kl. 12 í dag, og umborð eru umleið 80 mans.

Á Facebook skrivar ein: "Hvat við russum, sum leggja til kaj akkurát nú. Verður ikki hugsað um tað? Sera vánaligt."

Menninir hava fingið boð um at halda seg umborð og ikki fara í land, uttan at tað er hægst neyðugt.

Hetta er ein áheitan, sum teir hava fingið frá Klaksvíkar Havn, ið sigur seg ikki kunna forða teimum í at fara í land.

Men sambært Klaksvíkar Havn hava fólk ikki orsøk til at óttast russarnar. Heldur hinvegin eru tað russarnir, sum skulu óttast okkum.

- Vit skulu ikki vera bangin fyri russunum. Teir hava verið umborð í fleiri vikur og høvdu ikki sloppið í land, um teir vóru smittaðir, verður sagt.

- Tað eru vit, sum kunnu smitta teir, so tað eru teir, sum skulu vera varnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald