back-icon

24.06.2020 11:00

SAS fer at flúgva oftari til Føroya

SAS hevur flogið tríggjar ferðir um vikuna til og úr Føroyum síðan 16. juni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
24.06.2020 11:00 Jens Hákun Leo

Í næstum fer SAS at økja um vikuliga túratalið til Føroya.

Hetta upplýsir heimasíðan insideflyer.dk.

SAS hevur einans flogið týsdagar, hósdagar og sunnudagar, síðan Føroya-flúgvingin hjá felagnum byrjaði aftur tann 16. juni, men frá mánadegnum 29. juni fer felagið at flúgva hvønn dag til Føroya.

Harumframt fer SAS at økja um vikuliga túratalið til Athen, Malaga, Nice, Oslo, Reykjavík, Stokkhólm, Chicago og New York.

SAS fer eisini at lata sjey rutur upp aftur um mánaðarskiftið. Talan er um ruturnar til Chania, Olbia, Venezia, Pisa, Pula, Thessalonika og Warszawa.

SAS sigur, at eftir at stjórnin dagførdi ferðavegleiðingina í síðstu viku, so hevur felagið upplivað ein vaksandi eftirspurning eftir ferðum í Evropa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald