back-icon

19.08.2020 18:22

Sea Shepherd hartar føroyingar fyri ikki at bjarga strandaðum døglingum

Fólk frá Sea Shepherd vóru á Lítlu Kai í Hvalba í dag og filmaðu og tóku myndir, tá menn skóru teir fimm døglingarnar upp, sum svumu upp á land í mølini í Hvalba í nátt

(Mynd: jn.fo)
19.08.2020 18:22 Jens Hákun Leo

Fólk frá Sea Shepherd vóru á Lítlu Kai í Hvalba í dag og filmaðu og tóku myndir, tá menn skóru teir fimm døglingarnar upp, sum svumu upp á land í mølini í Hvalba í nátt.

Sea Shepherd Faroe Islands Campaign hevði fleiri dagføringar um døglingadrápið.

Felagsskapurin skrivaði millum annað á Facebook:

- Fimm døglingar afturat vórðu dripnir í morgun, eftir at teir svumu á land í Hvalba í Suðuroy. Enn eina ferð vísti tað seg, at føroyingar royndu ikki at bjarga teimum.

- Hetta merkir, at 11 døglingar, eitt vart djóraslag, eru dripnir í Suðuroy hesa vikuna, eftir at seks aðrir døglingar vórðu dripnir í Sandvík mánadagin.

Eisini Veganaraflokkurin í Danmark hartar døglingadrápið í morgun. Flokkurin deilir í hesum sambandi eitt videobrot hjá Sea Shepherd, sum er tikið upp í Hvalba í dag. Videobrotið er næstan 22 minuttir til longdar og vísir menn skera døglingarnar upp.

- Lond flest seta stór bjargingarátøk í verk, tá ið hvalir svimja á land. Men í Føroyum eru hvalir bara at rokna sum matur.

- Hesir fimm døglingarnir svumu á land í nátt og vóru dripnir og skornir upp í dag, og í morgin liggja teir í frystiboksini hjá fólki. Hetta hóast hvalir eru ov dálkaðir til at vera mannaføði, skrivar Veganaraflokkurin. 

Michael Monberg úr Veganaraflokkinum var í Føroyum í síðstu viku og talaði ímóti grindadrápi.

Les meira: - KVF gevur fólki sum eta gras fría talu til at rakka okkara grindadráp niður

Heimasíðan jn.fo skrivar, at døglingarnir, ið løgdu beinini í Hvalba í morgun, vóru heldur minni enn teir, sum løgdu beinini í Sandvík mánadagin.

- Siga vit, at teir fáa 10 tons av tvøsti burtur úr teimum, so hevur sóknin fingið 25 tons av góðum tvøsti hesa vikuna - burtur úr 11 døglingum, skrivar jn.fo.

Døglingarnir, ið løgdu beinini í Sandvík mánamorgunin vóru stórir. Tvøstið, teir fingu av teimum, vág 15,3 tons, upplýsir jn.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald