back-icon

06.09.2022 14:22

Sending á DR: Curlingklubben í Føroyum

Maria Fantino og Christian Bonde royna mangt og hvat í sendingini “Curlingklubben på Færøerne”, sum sæst á DR TV

(Mynd: DR)
06.09.2022 14:22 Hvat.fo

Seinastu árini eru nógvar sendingar gjørdar í donskum sjónvarpi um Føroyar og lívið í Føroyum. Sunnudagin kom enn ein sending av hesum slag á DR TV.

Hesaferð eru tað vertirnir á P3 útvarpssendingini Curlingklubben, Maria Fantino og Christian Bonde, sum eru á vitjan í Føroyum.

Tey sleppa at reka seyð á Velbastað, á seiðaberg á Kósini, surfa í Tjørnuvík, dansa føroyskan dans í Hornahúsinum, og eta fyltan lunda og seyðarhøvd.

Sendirøðin er í fýra pørtum, sum eru umleið eitt korter til longdar.

Sendingin sæst her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object](Myndir: DR)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald