back-icon

31.07.2020 14:20

Sjúrður roknar við at TV2 hevur forstáilsi fyri at hann rópti "halt kjaft"

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur, at tað er betri, at ting eru livandi í eini samrøðu, so at mann fær stemningin við. Heldur tað, enn at samrøðan er stív og formell, sigur hann

Sjúrður Skaale (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
31.07.2020 14:20 Jens Hákun Leo

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur ikki, at tey á TV2 News hava tikið tað so tungt, at hann í eini beinleiðis samrøðu á rásini ólavsøkudag fekk sær ein snaps og rópti eitthvørt minni pent niður til gestirnar, sum vóru inni hjá sær.

Sjúrður Skaale vísir á, at tað kann vera torført at fáa frið inni í húsinum, tá ólavsøka er. Hann heldur tó ikki, at tað bilar, at ein slík samrøða sum tann á TV2 fyrrakvøldið er eitt sindur rokalig.

- Eg haldi, at tað er betri, at ting eru livandi, so at mann fær stemningin við. Heldur tað, enn at tað er stívt og formelt. 

- Tað mugu tey á TV2 eisini forstanda, og tað rokni eg eisini við, at tey hava forstáilsi fyri, sigur Sjúrður Skaale, sum ikki veit, um tey í studionum skiltu, hvat tað var, sum hann rópti.

Les meira: Video: - Kunnu tit halda kjaft har niðri?

Fólkatingsmaðurin fortelur, at hann og familjan høvdu júst fingið sær ein betri bita, tá TV2 ringdi til hansara. Seinni um kvøldið førkaði hann seg oman móti býnum, har hann var í fleiri smærri ballum runt umkring. Hann fór tó ikki oman á Vaglið á midnátt.

Sjúrður Skaale undirstrikar, at tað ikki er bara "bara" at heita á fólk um ikki at savnast til midnáttarsangin niðri í býnum.

- At fara og nokta føroyingum at fara oman á Vaglið á midnátt, tað er óluksáliga ringt.

- Men nú mugu vit so bara vóna, at vit ikki fáa nógvar nýggjar smittutilburður hesar næstu dagarnar, og at tað ikki var nakar smittaður í hasari mannamúgvuni til midnáttarsangin, sigur Sjúrður Skaale. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald