back-icon

19.08.2020 16:05

Slovakar slakta fútan og Co: Føroyingar royna at gera alt fyri at avlýsa dystin

Varaforsetin í Slovan Bratislava er alt annað enn nøgdur við myndugleikarnar í Føroyum

Ivan Kmotrík Jr., varaforseti og venjari hjá Slovan Bratislava (Mynd: NewsBeezer)
19.08.2020 16:05 Jens Hákun Leo

Ivan Kmotrík, sum er bæði varaforseti og venjari hjá Slovan Bratislava, er ikki nøgdur við føroysku myndugleikarnar og farsóttarnevndina í dag, eftir at farsóttarnevndin hevur borið so í bandi, at dysturin ímillum KÍ og Slovan Bratislava í Champions League ikki kann verða leiktur sum upprunaliga ætlað í kvøld.

Kmotrík skuldsetur føroysku myndugleikarnar fyri at vilja gera alt fyri, at dysturin ímillum KÍ og Slovan Bratislava ikki skal verða leiktur.

Ein fysioterapeutur hjá slovakiska liðnum varð testaður positivt í sambandi við kanningarnar, sum vórðu gjørdar á Vága Floghavn mánadagin, og tað er av hesi orsøk, at slovakiska liðið nú er sett í sóttarhald á Hotel Brandan í Havn.

Micheal Boolsen, fúti, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at alt ferðalagið hjá Slovan Bratislava er sett í sóttarhald. Ferðalagið skal antin sita í sóttarhaldi í Føroyum í 14 dagar ella fara av landinum aftur beinanvegin. Hetta hevur farsóttarnevndin avgjørt.

Takkar UEFA fyri vælvild

Líkt er nú til, at dysturin ímillum KÍ og Slovan Bratislava kann verða leiktur fríggjakvøldið, um slovakiska liðið fær aðrar leikarar til landið í seinasta lagi í morgin tíðliga.

Les meira: Slovan Bratislava kann helst senda eitt lið á vøllin fríggjakvøldið (portal.fo)

Hetta er Ivan Kmotrík fegin um. Hann takkar UEFA fyri, at UEFA hevur fingið henda møguleika í lag. Hinvegin er Kmotrík ikki so glaður fyri føroysku myndugleikarnar.

- Vit seta prís uppá, at UEFA hevur tikið hetta stigið í eini støðu, har lokalu myndugleikarnir hava gjørt alt fyri, at dysturin ikki skal verða leiktur. Lokalu myndugleikarnir hava gjørt støðuna so trupla sum yvirhøvur til ber fyri okkum.

- Hetta er ein sera løgin støða, tí at sambært ásetingum hjá UEFA kunnu vit spæla dystin, men lokalu myndugleikarnir gera sítt ítarsta fyri at forða fyri, at dysturin verður leiktur.

- Vit eru fegnir um, at vit framvegis hava ein møguleika, og fríggjakvøldið fara vit at stríðast fyri at koma víðari til næsta umfar.

- Vit eru av tí áskoðan, at alt kemur at fara fram í einum góðum anda, og at dysturin verður avgjørdur á vøllinum, sigur Ivan Kmotrík við heimasíðuna hjá Slovan Bratislava.

Slovakar liva enn í vónini

Slovakar upplýsa, at teir fara at royna at fáa leikararnar, sum sita í sóttarhaldi á Hotel Brandan í løtuni, klárar til dystin, sum allarhelst verður leiktur í Klaksvík fríggjakvøldið.

- Vit hava 18 leikarar í Føroyum í løtuni, sum hava tvær negativar testir at vísa á. Tí fara vit at royna og vita, um teir ikki kunnu verða kannaðir eina triðju ferð, so at teir kunnu verða latnir leysir úr sóttarhaldinum og luttaka í dystinum fríggjakvøldið.

- Vit fara okkara ítarsta fyri, at hetta kann lata seg gera, men vit hava eisini fyrireikað til allar støður og hava eitt flogfar klárt í Bratislava við eykaleikarum, um tað skuldi verið, sigur Ivan Kmotrík.

Ivan Kmotrík Jr. varð í 2019 dømdur fyri rasismu, og hann fekk í hesum sambandi eina bót uppá 5.000 evrur fyri eina nazistiska heilsan og fyri at rópa "Heil Hitler" undir einum dysti í heimlandinum í 2018.

Grein dagførd: 17.05 (19. august 2020)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald