back-icon

05.08.2020 16:32

Smittað í brúdleypsveitslu í høvuðsstaðnum

Lars Fodgaard Møller heitir ikki beinleiðis á fólk um at útseta brúdleypsveitslur, sum standa fyri framman í hesum tíðum. Hann heitir tó á fólk um at halda seg frá vanligum brúdleypssiðvenjum, um tey fara í brúdleyp

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)
05.08.2020 16:32 Jens Hákun Leo

Lars Fodgaard Møller, landslækni, váttar leysatíðindini, sum hava verið um, at fólk eru blivin smittað í einari brúdleypsveitslu í høvuðsstaðnum.

- Vit vita, at nøkur smittað hava verið til eina brúdleypsveitslu í Havn, og hesi hava helst smittað onnur í brúdleypinum, sigur hann.

Landslæknin undirstrikar í sama viðfangi, at smittan er komin til landið áðrenn brúdleypið, og at hon hevur spjatt seg á ólavsøku.

- Tað er rætt, at eitt brúdleyp hevur verið, men smittan er komin til landið áðrenn brúdleypið, og hon hevur spjatt seg á ólavsøku. Tað eru sterkar ábendingar um tað, sigur landslæknin, sum heitir á fólk um at vera varin við at savnast í stórum fjøldum.

Landslæknin slær fast, at um mann allíkavæl velur at savnast, til dømis til brúdleyp, so eigur mann at gera tað undir ógvuliga skipaðum umstøðum.

- Mann eigur ikki at hava ov nógv kropsligt samband við hvønn annan. Mann eigur at halda seg frá summum av siðvenjunum, sum vanliga eru til eitt brúdleyp. Millum annað tá ið brúðgómurin fer frá borðinum. Tá eigur mann at halda seg frá at fara upp, ein og ein, og kyssa brúðrina, og umvent.

- Slíkar siðvenjur eru ein stórur smittuspjaðari, sigur landslæknin, sum also ikki heitir beinleiðis á fólk um at útseta brúdleypsveitslur, sum standa fyri framman í hesum tíðum.

Lars Fodgaard Møller vísir á, at í løtuni hevur sjúkrahúsið tamarhald á støðuni. Tað ræður tó um at vera varin.

- Sjúkrahúsið hevur fimm intensiv pláss, og tey eru vælmannaði til hesi plássini, men skulu fleiri í respirator í senn, so hevur sjúkrahúsið ein trupulleika, undirstrikar landslæknin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald