back-icon

16.06.2020 23:55

Sólbjørg lætnað 18 kilo

Kiloini eru skramblaði av Sólbjørg Skoubo. Síggj hvussu stórur munur er á

16.06.2020 23:55 Hvat.fo

Tað er ein væl lættari Sólbjørg Skoubo í dag enn tað var fyri tíð síðani. Hon er lætnað heili 18 kilo, skrivar 23 ára gamla havnardaman á Instagram.

Sólbjørg Skoubo býr í Keypmannahavn saman við beiggjanum Teiti og vinmanninum Jonass Jannec, sum báðir luttóku í Paradise Hotel í fjør.

[object Object](Mynd: Skoubofitness.dk)

Hon er í dag online coach og livur av at gera venjingar- og kostætlanir, men misti takið fyri tíð síðani.

- Eg róð kapp í Føroyum, og varð noydd at steðga orsakað av skaða í lærkrikinum. Hetta minkaði um hugin at venja, tí tað var avmarkað hvat eg kundi gera. Eftir tað fór eg at fjappa við nøkrum vinkonum, og har var veniingin meira ella minni løgd á hyllina, og kosturin var ikki av tí besta, og nógv ballir vóru, greiðir Sólbjørg Realityportalen.dk frá.

Tað hevði við sær, at hon brádliga legði merki til, at heldur nógv kilo vóru komin upp á kroppin.

- Tá eg kom heim aftur, segði Teitur við meg, at eg skuldi ansa eitt sindur eftir, tí eg hevði tikið nógv uppá. Eg merkti tað eisini á klæðunum, og tá eg fór upp á vektina sá eg, hvussu støðan var.

Sólbjørg Skoubo fór at venja, og fylgdi betri við hvat fór niðurum. Úrslitið sæst týðiligt í dag.

[object Object](Mynd: Privat)

[object Object]

- Eg tók eitt val um at gera eina íløgu í meg sjálva. Eg visti hvat skuldi til, so tað skuldi bara gerast. Tað kann vera tað torførasta, og hevur eisini verið hart til tíðir. Tað snýr seg um at vera tolin, halda á, og berjast fyri sínum málum, skrivar Sólbjørg Skoubo á sínum Instagram-vanga.

Sólbjørg Skoubo er fyri stuttari tíð síðani liðug við sína útbúgving sum persónligur venjari og kostvegleiðari, og hon heldur, at hetta hevur hjálpt henni í málinum at tapa seg.

- Eg fekk meira vitan, sum eisini hevur økt um hugin at venja. Frá tí eg vigaði mest, og til nú eru 18 kilo farin av. Tað ljóðar vilt, men tað passar, sigur hon við Realityportalen.dk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald