back-icon

29.04.2020 21:01

Sonja Davidsen "datar" ex-sjeikin hjá Paris Hilton

Sonja og Cy Waits frá USA hava kent hvønn annan síðan mars í fjør. Cy var unnusti hjá Paris Hilton í 2010-11

Cy Waits og Sonja Davidsen (Mynd: Sonja Davidsen / Instagram)
29.04.2020 21:01 Jens Hákun Leo

Tann nýggi unnustin hjá 24 ára gomlu modellini og vinnulívskvinnuni Sonju Davidsen úr Miðvági er ikki hvør sum helst. 

Hann eitur Cy Waits og var í 2010-11 unnusti hjá amerikonsku celebrity stjørnuni Paris Hilton.

Hann hevur millum annað verið managari á einum náttklubba í Las Vegas, og í 2011 var hann við í sjónvarpsrøðini "The World According to Paris".

Tann nú 44-ára gamli Waits fekk í 2011 ein treytaðan dóm fyri at hava koyrt ávirkaður av marijuana.

Waits og Paris Hilton vórðu steðgað av løgregluni í Las Vegas í august 2010, og Waits kom tá í trupulleikar fyri rúsevniskoyring, meðan Hilton varð handtikin fyri at hava kokain uppiá sær. Hon fekk ein treytaðan dóm í hesum sambandi.

[object Object]Paris Hilton og Cy Waits

Tað eru nú fleiri ár síðan, at hetta hendi, og meðan Paris Hilton nú er í parlagi við Carter Reum, so er Cy Waits í parlagi við Sonju Davidsen. 

Sonja Davidsen greiðir frá, at tey bæði hava kent hvønn annan síðan mars í fjør. Tey møttust í Katar, har Cy starvast.

- Vit møttust í Katar ígjøgnum felagsvinir, og vit hava verið saman síðan, sigur Sonja.

Hon leggur afturat, at fortíðin hjá honum við Paris Hilton er ikki nakað, sum hon hugsar um.

- Øll hava eina fortíð og eina ex, so tað er ikki nakað, sum eg hugsi um, ella sum ávirkar okkara parlag.

[object Object](Mynd: OW Intimates)

Sonja Davidsen eigur fyritøkuna OW Intimates, sum hon setti fyritøkuna á stovn í 2016.

Instagram gav fyritøkuni, sum selur undirklæði og svimjiklæði, nógva ferð, og Sonja selur nú sína framleiðslu í fleiri enn 20 londum.

Sí eisini: Myndir: Sonja í oyðimørkini í Vegas

 
 
 
 
 
View this post on Instagram
 
 
 
 
 
 
 
 
 

My

A post shared by Sonja Davidsen (@sonjadavidsen) on

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald