back-icon

30.03.2020 16:20

SSL hevur greiðar mannagongdir fyri koronakanningar

Fólk, sum skulu kannast, skulu halda seg frá hinum ferðafólkunum

30.03.2020 16:20 Jens Hákun Leo

Fólk á útoyggj hava ein langan veg at fara, um tey skulu kannast fyri Covid-19.

Meðan fólk í miðstaðarøkinum og á Sandoynni hava lutfalsliga stutt at koyra fyri at fáa avgreitt, so er tað eitt sindur truplari hjá fólki, sum búgva á smærru oyggjunum.

Fólk í Skúgvi skulu møta hjá kommunulæknanum heima á Sandi, meðan tey í Hesti og Nólsoy skulu til Havnar. Fólk í Kalsoy, Svínoy og Fugloy skulu til Klaksvíkar, meðan tey í Mykinesi mugu bíða eftir at sleppa við tyrluni til Vágar, um tey skulu kannast fyri Covid-19.

Men fyrst mugu tey ringja til sín kommunulækna. Hetta slær Coronalinjan fast.

- Tey, sum vilja kannast, mugu fyrst ringja til sín kommunulækna. Ella á 1870, um tað er uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri fólk á útoyggj, greiðir Coronalinjan frá.

Umborð á Rituni, sum siglir ímillum Hvannasund og Svínoy og Fugloy, hevur manningin greiðar mannagongdir fyri, hvussu fólk, sum skulu til kanningar, skulu fyrihalda seg. 

- Vit hava ikki havt nakað ferðafólk umborð enn, sum er farið til kanningar, men skuldi tað hent seg, so skal viðkomandi isolerast frá hinum ferðafólkunum og halda seg úti á dekkinum, siga teir á Rituni.

Tey, sum skulu við Ternuni og Sam frá ávikavist Nólsoy og Syðradali til kanningar, hava møguleikan at sita í bilinum á bildeinnum. Tað sama er galdandi fyri tey, sum skulu yvir um frá Hesti til Gomurætt við Teistanum, upplýsir Strandferðslan. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald