back-icon

01.03.2021 11:12

Steypafinalan flogbóltur: Gott produkt – gott undirhald

Hvat visti tú um steypafinalur í flogbólti? Her fært tú alt at vita

(Mynd: Jens Kr. Vang)
01.03.2021 11:12 Hvat.fo

• Visti tú, at steypafinalan hjá kvinnum var tann fjórða upp í slag, sum fór út í 5 sett?

• Visti tú, at kvinnurnar hjá TB vóru fyrsta liðið at vinna tríggjar steypafinalur á rað? Tað gjørdu tær í 2002, 2003 og 2004. Árið eftir vóru tær enn einaferð í finaluni, men tá taptu tær fyri Mjølni.

• Visti tú, at kvinnurnar hjá Mjølni eru einasta lið, sum hevur vunnið steypafinaluna fýra ferðir á rað? Tað gjørdi Mjølnir í 2011, 2012, 2013 og 2014.

• Visti tú, at Dráttur fýra ferðir hevur tapt steypafinaluna 3-2? Tað gjørdu tær í 2001, 2010, 2018 og aftur í ár. Hinvegin hevur Dráttur eisini vunnið steypafinaluna 3-2 tvær ferðir. Tað hendi í 2007 og 2015.

• Visti tú, at KÍF ongantíð hevur vunnið steypafinaluna? Men tvær ferðir hevur KÍF tapt; 3-2 í 2007 og 3-1 í 2017.

• Visti tú, at kvinnufinalan bert tríggjar ferðir er endað 3-0? Tað hendi í 2008 (ÍF-SÍ 3-0), 2014 (Mjølnir-Fleyr 3-0) og 2016 (Fleyr-SÍ 3-0). Haraftrat vann Mjølnir 2-0 á Drátti í fyrstu steypafinaluni í 2000. Tá var “Nordic Score” skipanin brúkt. At skilja ta skipanina krevur ein ph. d. í rakettvísindum, so tað lata vit liggja á hesum sinni.

• Visti tú, at Mjølnir er tað kvinnuliðið, sum oftast hevur vunnið steypafinaluna? Seks ferðir er steypið endað í Klaksvík. Við sínum hat-trikki hesa ferð, er SÍ komið upp á fimm steypasigrar.

• Men visti tú, at menninir hjá ÍF eru teir, sum oftast hava vunnið steypafinaluna? Við sigrinum hesaferð eru teir komnir upp á 9.

• Visti tú, at einki manslið hevur vunnið steypafinaluna meira enn tvær ferðir á rað? Tað hevur ÍF gjørt tvær ferðir (2003 og 2004; 2013 og 2014) og Mjølnir tvær ferðir (2006 og 2007; 2019 og 2020).

• Visti tú, at menninir hjá SÍ ongantíð hava vunnið steypafinaluna tvær ferðir á rað, hóast teir hava vunnið steypið seks ferðir?

• Visti tú, at Mjølnir hjá monnum og SÍ hjá kvinnum eru einastu liðini, sum hava tapt tríggjar steypafinalur á rað? Tað gjørdi Mjølnir í 2010, 2011 og 2012 og SÍ í 2011, 2012 og 2013.

• Visti tú, at helmingurin av mansfinalunum – 11 av 22 – eru endaðar 3-0? Og at tað vóru fýra av tí slagnum á rað í 2004, 2005, 2006 og 2007?

• Men visti tú, at kortini hava sjey av teimum 22 mansfinalunum verið 5-settarar? (Her telja vit fyrstu finaluna frá 2000 við sum 5-settara, hóast hon endaði 2-1, tí tá varð “Nordic Score” skipanin brúkt).

• Visti tú, at størsta sett-skoran eitt steypafinalu-sett er komið upp í, er 32-30? Tað hendi í 2006, tá kvinnurnar hjá TB vunnu fyrsta sett 32-30 á ÍF – og dystin 3-1.

• Visti tú, at størsta sett-skoran í eini mansfinalu er 29-27? Tað hendi í triðja setti í 2020, tá Mjølnir vann dystin 3-0 á SÍ.

• Visti tú, at størsti settmunurin í einum finalusetti er 25-8? Tað er hent tvær ferðir í kvinnufinaluni: í 2007 tá Dráttur vann 25-8 í fjórða setti ímóti KÍF (og dystin 3-2), og aftur hesaferð, tá SÍ vann 25-8 ímóti Drátti í fyrsta setti. Merkisvert vóru báðir hesir dystir kortini 5-settarar.

• Visti tú, at størsti settmunurin í eini mansfinalu var 25-13? Tað hendi í 2008, tá SÍ vann 25-13 á Mjølni í øðrum setti og dystin 3-1.

• Visti tú, at bert ein javnbrótari er farin upp um 15 stig? Tað hendi í 2001, tá kvinnurnar úr Mjølni vunnu 19-17 í javnbrótaranum ímóti Drátti.

• Visti tú, at størsti stigamunur í einum finalu-javnbrótara var 15-6? Tað hendi í 2020, tá kvinnurnar úr SÍ vunnu á Mjølni. Størsti munurin í einum javnbrótara hjá monnum var í 2013, tá ÍF vann 15-7 á SÍ.

• Visti tú, at menninir hjá SÍ eru tað liðið, sum oftast hevur verið í steypafinaluni? Tað hava teir verið 14 ferðir; vunnið 6 ferðir og tapt 8 ferðir. Haraftrat vann SÍ b finaluna í 2018. Eisini hjá kvinnunum hevur SÍ verið oftast í finaluni: 10 ferðir; vunnið 5 og tapt 5 ferðir.

• Visti tú, at kvinnurnar hjá ÍF er einasta lið, av teimum sum hava vunnið eina steypafinalu, sum bert hevur vunnið finaluna einaferð? ÍF vann steypafinaluna á SÍ í 2008. Haraftrat hava ÍF-kvinnurnar tapt tvær finalur; í 2003 og 2006.

Flogbóltssamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald