back-icon

23.05.2020 13:00

Summarfestivalurin missir ein stóran part av Vágsbøi

Um Summarfestivalurin verður í ár, so verður tað í einum øðrvísi hami enn vant

Erik Biskopstø (Savnsmynd: Sverri Egholm)
23.05.2020 13:00 Jens Hákun Leo

Byggiplássið í sambandi við arbeiðið uppá nýggja mentanarhúsið í Klaksvík ger, at Summarfestivalurin kemur at missa ein lutfalsliga stóran part av økinum á Vágsbøi.

Bæði í ár og næsta ár.

Erik Biskopstø, fyriskipari, sigur at Summarfestivalurin hevur verið í dialogi við kommununa í Klaksvík um trupulleikan. Hann upplýsir, at tey arbeiða nú uppá ymiskar loysnir, so at festivalurin ikki missir ov nógv pláss av byggiarbeiðnum.

- Vit koma at missa nógv av økinum, og vit hava tí millum annað tosað um at flyta mixitornið eitt sindur aftur. Tað spælir inn, at har er ein blindvinkul, sum ger, at tað vanliga ikki standa so nógv fólk har óansæð.

[object Object]

(Mynd: Solmunde.fo)

- Men vit mugu annars bara fyrihalda okkum til tað, sum kommunan hevur at bjóða okkum, líkasum vit hava gjørt øll hesi árini, síðan vit byrjaðu uppá festivalin.

- Vit vita, at arbeiðið kemur at taka tvey ár, og at tað kemur at ávirka festivalin bæði í ár og næsta ár. Men tað skal nokk ganga tað heila allíkavæl. Mann skal eisini hava í huga, at tað er verri enn so altíð, at allir gestirnir eru inni á konsertøkinum á Vágsbøi í senn, so tað er ivasamt, um tað verður so nógvur plássmangul hóast alt, sigur Erik Biskopstø.

Ein minni festivalur møguliga loysnin

Erik Biskopstø vísir á, at um talan verður um eina minni útgávu av Summarfestivalinum í ár, so verður byggiplássið nokk neyvan nakar stórur trupulleiki.

- Um vit mugu sláa okkum til tols við at halda ein festival uttan tey stóru útlendsku nøvnini, so kemur byggiplássið nokk ikki at volda okkum líka nógv høvuðbrýggj sum annars. Tí so verða tað jú helst ikki líka nógvir gestir sum vanligt.

Les meira: - Nokk ikki realistiskt at gjøgnumføra Summarfestivalin í ár

- Tað er eisini tanki, sum vit hava spælt okkum við, at havt ein føroyskan festival við nøkrum donskum nøvnum afturat.

- Men vit vita ikki í løtuni, hvussu tað verður við festivalinum í ár. Tað eru nakrar fáar vikur eftir, til festivalurin skal verða, og enn hava politikararnir ikki meldað nakað greitt út.

- Í Danmark meldaðu politikararnir greitt út beinanvegin, hvussu tað bleiv við festivalunum har í ár, men tað er týpiskt føroyskt, at tað heila skal vera so ógreitt, og at mann einki skal vita fyrr enn í síðstu løtu, slær Erik Biskopstø fast.

Erik Biskopstø upplýsir, at tey fara at melda út, hvussu tað verður við Summarfestivalinum í ár, tá tey vita nærri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald