back-icon

14.12.2020 22:50

Taka brúkaratilfar av Pornhub

Ein av størsta pornoheimasíðunum í heiminum er undir trýsti. Nú verða milliónir av videoupptøkum tiknar av síðuni

14.12.2020 22:50 Hvat.fo

Heimsins størsta heimasíða við pornografiskum tilfari, Pornhub, er hoknað undir trýstinum, og tekur milliónir av videoupptøkum av síðuni.

Tað skriva altjóða miðlar í dag, millum annað BBC.

Heimasíðan er ákærd fyri at hava havt tilfar sum inniheldur barnamisbrúk, blóðskemd, hevndarporno, myndir tiknar í loyndum, rasismu og harðskap. Hetta er tilfar sum brúkarar hava lagt út á síðuna.

Ákærurnar hava fingið gjaldskortveitarin Mastercard at steðga gjadingum á Pornhub við teirra kortum. Eisini Visa hevur steðgað samstarvinum við Pornhub meðan tey kanna ákærurnar.

Men framyvir verða tað bara góðkendir brúkarar sum framleiðarar og pornosjónleikarar, sum fáa loyvi at leggja tilfar á væl vitjaðu heimasíðuna.

Pornhub hevur 3,5 milliardir vitjandi um mánaðin, sum er meira enn Netflix, og er nummar tíggju á listanum yvir mest vitjaðu heimasíður í heiminum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald