back-icon

22.05.2020 11:36

TB ger tíðindi á enskum

Áhugin fyri føroyskum fótbólti og eisini TB er sera stórur í hesum døgum, og tað er av hesi orsøk, at at tvøramenn eru farnir undir hetta átak

Mynd: Sverri Egholm
22.05.2020 11:36 Jens Hákun Leo

TB er sum fyrsta felag í Føroyum farið undir at gera tíðindi á enskum á heimasíðuni.

Áhugin fyri føroyskum fótbólti og eisini TB er sera stórur í hesum døgum, og tað er av hesi orsøk, at tvøramenn eru farnir undir hetta átak.

Reidar Simonsen, formaður í starvsnevndini hjá TB, sigur at tey vilja geva útlendingum møguleika at fylgja við, hvat hendir í felagnum.

- Tað er stórur tørvur á einari slíkari síðu, tí tað eru nógv úti í heimi, sum hava fingið eyguni upp fyri okkum í síðstuni.

- Vit vilja so eisini skapa ein áhuga við hesari síðuni. Vit velja geva útlendingum ein møguleika at fylgja við, hvat rørir seg í felagnum. Bæði tá tað er okkurt gott, og tá tað er okkurt minni gott, sigur Reidar Simonsen.

Ætlanin er at leggja einar tveir stubbar út um vikuna.

Reidar Somonsen greiðir frá, at tey koma at leggja tað út, sum tey meina hevur áhuga uttanlanda.

Tað er fyrst og fremst í Norra, at áhugin er stórur fyri felagnum, upplýsir TB formaðurin.

- Tað spælir so eisini ein leiklut, at vit lótu ein nýggjan fjepparahandil upp herfyri. Tað er eisini við hesum í huga, at vit eru farin undir hetta her við enskum tíðindum, leggur hann afturat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald