Teitur aftur á ákærubonkinum: Dómur fellur beint fyri jól
Ikki vist, at Teitur verður heima tá dómur fellur í málinum 21. desember
Føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, hevur verið tíðum verið gestur í rættarhølum seinasta hálva árið.
Í dag var hann aftur á ákærubonkinum, og hesaferð í Keypmannahavnm í einum harðskapsmáli frá 2019.
Hendingin skal vera farin fram á dansistaðnum Hive 6. september 2019 klokkan tvey um náttina. Teitur Skoubo er ákærdur fyri at hava sligið ein persón við plastikkbikari í høvdið.
Teitur Skoubo noktar seg sekan, og segði seg vera órógvaðan og hóttan av tí órættaða. Men tann órættaði vil vera við, at Teitur í tveimum førum hevur stoytt drykk á seg.
Ætlanin var at avgreiða málið í dag, men tí at vitni ikki møttu upp, varð tað útsett til 21. desember.
Teitur hevur játtað, at rættarmáli kann halda fram uttan at vera til staðar. Hetta tí, at Teitur helst skal til Føroya at halda jól.
Se og Hør hevur eina gjøgnumgongd av útsagnunum hjá teimum báðum, Teiti og tí órættaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald