back-icon

28.09.2021 21:30

Teitur kemur aftur meðan Teresa er á romantiskum ástarfundi

Smílið hvørvur tá hann fær at vita, at kærleikin blomstrar millum Teresu og Martin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

28.09.2021 21:30 Hvat.fo

Ex on the Beach heldur fram, og sunnumorgunin komu trettandi og fjúrtandi partur út á Discovery+.

Tey sum hava fylgt við sendingini, hava uttan iva væntað, at tað bara var spuningur um tíð áðrenn sprelski føroyingurin Teitur Skoubo kom inn aftur í stóru summarhúsini á Gran Canaria, har upptøkurnar vórðu gjørdar í summar.

Og meðan kærleikin blomstrar millum havnargentuna Teresu Ovenberg og biðlasveinin Martin, sum eru á ástarfundi aðrastaðni á oynni, kemur Teitur Skoubo brestandi inn í summarhúsini aftur.

[object Object]Teresa og Martin í hugnaligu umstøðunum á Gran Canaria (Mynd: Discovery+)

Hetta er til stóra gleði fyri hinar luttakararnar og Teit sjálvan, men tá tey greiða honum frá, hvar Teresa er, og at hon og Martin eru blivin væl, hvørvur smílið.

Í endanum av partinum fáa luttakararnir at vita, at Martin og Teresa ikki koma aftur til summarhúsini. Hetta kann óivað seta gongd í sprelska havnardreingin, sum í brellbitanum fyri í næstu viku sæst royna eftir Sofie-Mai úr Suðurjútlandi.

Hesar upptøkurnar til sendingina eru gjørdar á Gran Canaria í summar, og síðani eru Teitur og Teresa blivin góð og brúka nógva tíð saman. Tey eru ikki par, siga tey, og tey taka tað sum tað kemur.

Tveir nýggir partar av Ex on the Beach koma á Discovery+ hvønn sunnudag.

[object Object]Teitur Skoubo (Mynd: Discovery+)

[object Object]Teresa Ovenberg (Mynd: Discovery+)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald