back-icon

28.11.2022 16:16

Teitur Skoubo aftur fyri rættin

Hann er ákærdur fyri harðskap á einum dansistaði í Keypmannahavn í 2019

Teitur Skoubo (Savnsmynd)
28.11.2022 16:16 Sverri Egholm

Teitur Skoubo sleppur ikki undan rættarskipanini enn. Mikudagin í næstu viku skal hann í býarrættin í Keypmannahavn, har hann er ákærur fyri harðskap.

Herfyri varð hann leyslatin frá fongslinum eftir at hava sitið varðhaldsfongslaður í einum neyðtøkumáli, sum hann endaði við at vera fríkendur í.

Føroyska realitystjørnan fekk kortini fongsulsdóm fyri harðskap upp á tríggjar mánaðir, men tí at hann longu hevði sitið í fimm mánaðir, var Teitur leyslatin.

Nú skal hann aftur møta upp í rættinum. Hesaferð í harðskapsmáli. Harðskapurin skal vera farin fram á dansistaðnum Hive á Skindergade í Keypmannahavn tann 6. desember 2019 umleið klokkan 2:10 um náttina, skrivar Se og Hør.

Sambært ákærini hjá løgregluni, hevur Teitur Skoubo sligið ein ókendan persón við plastikkbikari í høvdið.

Tveir tímar eru settir av í býarrættinum í Keypmannahavn tann 7. desember.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald