back-icon

09.03.2022 22:50

Teitur Skoubo ákærdur í neyðtøkumáli

Tveir dagar eru settir av í rættinum í maimánað. Realitystjørnan úr Havn, Teitur Skoubo, er ákærdur fyri neyðtøku, sum skal vera farin fram í Odense í november. Hann noktar seg sekan

09.03.2022 22:50 Sverri Egholm

26 ára gamli havnarmaðurin Teitur Skoubo, sum seinastu árini hevur gjørt vart við seg í donskum reality, eigur nú aftur yvirskriftirnar.

Hesaferð fyri eitt neyðtøku mál í Odense í november. 

Ekstrablaðið hevur fingið innlit í ákæruritið, sum vísir at Teitur Skoubo tann 28. november 2021 umleið klokkan 02:01, skal hava sligið eina 25 ára kvinnu fýra til fimm ferðir í høvdið, og eftir hetta noyddi hann hana í eina song, og hevði samlegu við henni.

Hetta skal vera farið fram, hóast kvinnan hevur sagt “steðga”, “nei” ella líknandi.

Sambært upplýsingum, sum blaðið hevur fingið hendir á, komu Teitur Skoubo og ein vinmaður í prát við tvær ungar kvinnur á einum skeinkistaði eina novembernátt í fjør. Sum kvøldið gekk, avtalaðu tey at hava samlegu, og fóru síðani í eina íbúð miðskeiðis í Odense.

Men í skuldsetingini frá grundlógaravhoyringini sama dag, kemur fram, at havnarmaðurin gjørdist harðligur, og at kvinnan, hann hevði samlegu við, tók samtykkið aftur. Hetta uttan, at Teitur skal vera steðgaður.

Dómurin kemur fyri rættin sum dómsmansmál tveir dagar í mai mánað, og høvuðsákærin í Fyns Politi krevur fongsulsdóm. Hvussu harður straffurin skal vera, vil ákærin ikki viðmerkja.

Revsiramman fyri neyðtøku er upp til átta ár, men tí, at tað er eitt rættarmál við dómsmonnum, kann revsingin ikki vera meira enn fýra ár, skrivar Ekstrablaðið.

Teitur Skoubo noktar seg sekan í málinum.

Hann búleikast í dag í Spania, har hann rekur sína fyritøku við online coaching.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald