Teitur Skoubo ein harðskapsdóm afturat
Hann er dømdur sekur í einum máli sum fór fram í 2019. Revsingin er 30 dagar fongsul ella 40 tímar í samfelagstænastu
Føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, hevur fingið enn ein harðskapdóm oman yvir seg.
Tað avgjørdi býrætturin í Keypmanahavn fyrrapartin, skriva danskir miðlar.
Teitur Skoubo er dømdur sekur í harðskapi, sum fór fram 6. september 2019 klokkan 02:10, har hann var ákærdur fyri at hava sligið ein mann við plastikkbikari í høvdið.
Revsingin er 30 dagar fongsul, men dómurin kann eisini býtast um við 40 tímar ólønta samfelagstænastu. Teitur skal harumframt rinda sakarmálskostnaðin.
Teitur Skoubo hevur noktað seg sekan í málinum.
Dómarin legði millum annað dent á, at Teitur Skoubo hevði viðurkent, at hann sló tann órættaða, og at rætturin ikki trúði frágreiðingina hjá verjanum, at tað var neyðverja, skrivar Ekstrablaðið.
Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at 27 ára gamli Teitur Skoubo fær ein harðskapsdóm. Í oktober bleiv hann í landsrættinum dømdur tríggjar mánaðar fongsul fyri harðskap. Tá var hann frídømdur fyri neyðtøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald