back-icon

26.10.2022 18:34

Teitur Skoubo skal hava endurgjald

Hann varð í landsrættinum fríkendur fyri neyðtøku, og revsingin var tríggir mánaðir fongsul. Teitur Skoubo hevur longu sitið í fimm mánaðir, og tí skal hann nú hava endurgjald fyri tveir mánaðar ella so

(Savnsmynd: TV3)
26.10.2022 18:34 Sverri Egholm

Málið um Teitur Skoubo og býtúrin í Odense november mánað í fjør hevur fingið ein enda, og 27 ára gamli havnarmaðurin er í landsrættinum fríkendur fyri neyðtøku, sum býarrætturin annars dømdi hann sekan fyri.

Hinvegin hevur Teitur Skoubo fingið tríggjar manaðar fongsul fyri harðskap. Av tí, at Teitur hevur sitið í varðhaldi síðani síðst í mai, var Teitur ein frælsur maður aftaná at dómurin varð sagdur.

Men hann skal nú hava endurgjald fyri teir báðar mánaðirnar hann hevur sitið ov nógv. Verjin Nicolai Berg, upplýsir fyri Ekstrablaðnum, at gjaldið er okkurt sum minnir um 900 krónur um dagin, tá ein hevur sitið varðhaldsfongslaður longri enn dómurin er.

Sostatt kann Teitur síggja fram til at fáa umleið 50.000 krónur úr statskassanum og at sleppa undan sakarmálskostnaðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald