back-icon

06.05.2020 19:10

Tey eldru eru sloppin snikkaleys undan Covid-19 higartil

Í dag er ein mánaði síðan, at nakar tilburður av korona hevur verið funnin innanlands

06.05.2020 19:10 Jens Hákun Leo

Tilsamans 187 persónar í Føroyum hava fingið staðfest Covid-19 higartil.

Sambært hagtølum frá corona.fo, so fingu 182 av teimum 187 persónum staðfest smittuna í tíðarskeiðnum 12. mars-6. apríl.

Tveir persónar fingu staðfest smittuna heilt tíðliga í mars, meðan tríggir persónar fingu staðfest smittuna í døgunum 18-22. apríl.

Hesir tríggir síðstu persónarnir komu sum skilst til Føroya úr útlandinum.

Harvið er tað í dag ein mánaði síðan, at nakar tilburður av korona hevur verið funnin innanlands.

Les meira: Kjak: Skulu tey sum koma til landið verða avbyrgd við lóg?

Tey eldru, sum koronatiltøkini fyrst og fremst vórðu sett í verk fyri, eru sloppin lutfalsliga snikkaleys undan smittuni higartil.

Einans níggju fólk eldri enn 70 ár hava fingið staðfest koronavirus higartil - fimm í aldursbólkinum 70-79 ár og fýra í aldursbólkinum 80 ár og eldri.

Tá er hædd ikki tikin fyri møguligum skuggatølum.

Eingin hevur latið lív av virusinum enn, og eingin av teimum, sum hava verið innløgd, hava verið álvarsliga sjúk.

Smittað býtt í aldursbólkar:

0-9 ár: 11 fólk
10-19 ár: 21 fólk
20-29 ár: 43 fólk
30-39 ár: 18 fólk
40-49 ár: 32 fólk
50-59 ár: 36 fólk
60-69 ár: 17 fólk
70-79 ár: 5 fólk
80-eldri: 4 fólk

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald