back-icon

01.10.2020 20:02

Tímur ikki at hyggja eftir Singletown

Hóast Teitur Skoubo er ein av høvuðspersónunum í Singletown, tímir hann ikki at hyggja eftir realitysendingini

Teitur á stevnumøti í Singletown (Mynd: Discovery)
01.10.2020 20:02 Sverri Egholm

Teitur Skoubo og unnustan Christel Trubka eru nakrir av høvuðspersónunum í realitysendingini Singletown, sum í løtuni er tøk á stroymingartænastuni Dplay.

Hóast hetta, so fylgir 24 ára gamli havnadrongurin ikki við í hvat hendir. Hann ynskir ikki at enduruppliva tað, sum hendi har.

- Við vilja hyggi eg ikki eftir Singletown. Eg havi sjálvur upplivað at verið har inni, og tosi nógv við Christel um tað, og veit at hon var kedd undir upptøkunum. Tað tími eg ikki at hyggja eftir, greiðir Teitur Skoubo Realityportalinum frá.

[object Object]Christel Trubka og Teitur Skoubo (Mynd: Discovery)

Í nýggjasta partinum verður nevniliga skrúvað upp fyri dramatikkinum, og her greiðir Teitur Skoubo frá, at hann ivast í um Christel er tann rætta fyri hann.

- Eg hevði ynskt at kundi hugt uppá hana, og sagt, at tað skuldu vera hon og eg restina av lívinum, vit skulu hava børn, keypa hús saman, blíva gomul saman, men tað veit eg ikki. Og eg fari ongantíð at lúgva fyri henni, tað kann eg ikki, sigur Teitur grátandi í sætta parti av Singletown.

Realityportalurin skrivar, at parið er komin gjøgnum hørðu tíðina og eru glað saman í dag.

Singletown sæst á Dplay her (Hald krevst)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald