back-icon

05.03.2021 15:50

Torir ikki at googla sítt egna navn

Emilia Clarke hevur verið nakin so ofta á skíggjanum í Game of Thrones, at hon er blivin væl umtókt á ónærisligum síðum

05.03.2021 15:50 Hvat.fo

Sigur tú “Game of Thrones”, so eru nógv sum eisini siga Daenerys Taragaryen og Emilia Clarke.

Stóra sendirøðin hjá HBO, sum byrjaði í 2011 og endaði í 2019, innihelt nógvar tættir við samlegu og nakinleika. Emilia Clarke var partur fleiri av hesum, og tað var serliga í fyrsta umfarið av “Game of Thrones”.

Hon sigur við bretska blaðið The Sun, at hon ikki torir at gera eina leiting á Google eftir sínum navni.

Ekstrablaðið sum siterar The Sun, skrivar, at orsakað av nógvu sextættunum, sum Emilia Clarke hevur spælt við í gjøgnum árini, er hon blivin væl umtøkt á alskyns ónærisligum heimasíðum, sum hava klipt hesar innspælingarnar saman.

[object Object]

Tað, at hon er løtt at finna á leitimaskinum nú og helst í allar ævir, er ikki nakað sum fær hana at liggja í andvekri.

- Eg “googli” ongantíð meg sjálva. Eg lesi einki um sendirøðina á netinum. Einki. Als einki. Tað hevði ikki verið sunt fyri meg sálarliga, sigur Emilia Clarke við The Sun.

Ekstrablaðið skrivar, at Emilia Clarke kortini ongan trupulleika hevur við at vera nakin á skíggjanum. Hon angrar einki, og hevði ikki broytt nakað, um hon fekk møguleikan.

- Tað var neyðugt, at hatta varð gjørt, tí hatta er ikki nakað, sum man bara kundi greitt frá, sigur hon.

[object Object](Mynd: EPA)

Game of Thrones varð víst í 170 londum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald