16.04.2021 20:12
Tórshavnar kommuna vil hava klaksvíkingar at keypa fisk við norð
Minst til at fáa eitt kók við norðuraftur, stendur í lýsing í Norðlýsinum
16.04.2021 20:12
Hvat.fo
Lokalblaðið í Norðoyggjum hevur dyrgt eftir lýsingapengum í høvuðsstaðnum. Tað sær út til at hava eydnast, tí Tórshavnar kommuna hevur eina heldur øðrvísi lýsing í dagsins útgávu av Norðlýsinum.
“Ein túr til Havnar? Minst til at fáa eitt kók við norðuraftur”, stendur í lýsingini frá Tórshavnar kommunu í Norðlýsinum, og sipað verður til fiskatorgið í Vágsbotni.
Ja sanniliga kann tað vera heppið hjá fleiri klaksvíkingum og norðoyingum at keypa sær eitt kók í Havn, og fáa tað við norð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald