back-icon

09.09.2020 16:29

Treylari endaði í urtagarðinum - trý ár seinni er bilverja sett upp

Kundi enda heilt galið í Søldarfirði í 2017, tá ein lastbilur fór av vegnum. Landsverk hevur nú - trý ár seinni - sett verju upp

Tá stóri lastbilurin endaði í urtagarði í 2017 (Mynd: Niels Peter Bech 2017)
09.09.2020 16:29 Hvat.fo

Tað kundi enda heilt galið í Søldarfirði, nakað sunnanfyri rundkoyringina á Skipanesi fyri trimum árum síðani.

Seint seinnapartin hendan dagin vóru tveir treylarar sum rendu saman, og annar koppaði oman av vegnum og oman í ein urtagarð. Nú trý ár seinni er bilverja sett upp.

Talan var um urtagarðin hjá Hilmari Johannesen og konuni.

- Var hann eitt sindur longur norði, kom hann inn í køkin, greiddi ein skelkaður Hilmar Johannesen frá í Útvarpinum hetta kvøldið í 2017, tá hendingin fór fram.

Eingin stórvegis mannskaði stóðst av hendingini.

Beinanvegin eftir hendingina var Henrik Old, sum tá var landsstýrismaður í samferðslumálum í Degi og viku, og boðaði frá, at hámarksferðin skuldi setast niður, og at bilverjur skuldu setast upp á vegastrekkinum.

Leingi er tað, ið væl skal vera, tí nú er Landsverk farið í holt við at seta bilverju upp.

[object Object]Landsverk í holt við at seta bilverju upp í Søldarfirði (Mynd: Tórbjørn Jacobsen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald