back-icon

21.04.2020 17:05

Trupult at avmarka pornografinýtsluna hjá børnum og ungum

Vandi er fyri, at vit enda úti í einum Big-Brother samfelag, um mann fer at royna at avmarka atgongdina til pornografi hjá børnum og ungum í Føroyum, heldur Miðflokkatingmaður

Mynd: Sverri Egholm
21.04.2020 17:05 Jens Hákun Leo

Í næstum skal løgtingið viðgera ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen, tingmanni í Miðflokkinum, um pornografinýtsluna hjá børnum og ungum í Føroyum.

Miðflokkatingmaðurin fer millum annað at spyrja landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum Helga Abrahamsen, hvat hann heldur um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum at sleppa til pornografi á internetinum.

Men tað er ikki væntandi, at tað verður so nógv undirtøka fyri at avmarka atgongdina til pornografi hjá ávísum aldursbólkum í Føroyum.

Ikki neyðturviliga, tí viljin ikki er til staðar, men heldur tí tað tøknifrøðiliga sæð eftir ølllum at døma ikki letur seg gera.

Tað er ógvuliga trupult tøknifrøðiliga sæð at seta filtur á internetnýtsluna hjá fólki, og sambært Steffani Klein Poulsen er vandi fyri, at vit enda úti í einum Big-Brother samfelag, um mann fer at seta slíkar avmarkingar í verk.

- Føroya Tele hevur upplýst, at tað er ógvuliga trupult at seta nakað slíkt í verk, uttan at tað gongur álvarsliga út yvir frælsið hjá borgarunum.

- Mann hevur eitt nú roynt í Bretlandi, at mann skal uppgeva sín samleika til pornografiheimasíðurnar, tá mann fer inn á tær, men hesum hava fólk sum vera man verið sera skeptisk yvirfyri.

- Sum heild er tað sostatt í truplara lagi, reint tekniskt, at implementera slíkar avmarkingar, og vit hava also ongan áhuga í at fáa eitt Big Brother samfelag, sigur Steffan Klein Poulsen.

Upplýsing er vegurin fram

Miðflokkatingmaðurin slær fast, at hann undir viðgerðini fer at leggja stóran dent á fjórða punktið í fyrispurninginum hjá sær.

Herundir spyr hann, um foreldur skulu upplýsast betur um avleiðingarnar av pornografi og um teirra møguleikar fyri at verja børnini ímóti hesum.

- Tá tað nú er so trupult, sum tað er, at identifisera børn og ung á netinum og at seta filtur á internetnýtsluna hjá fólki, so mugu vit heldur tosa um upplýsing, og um hvussu eitt nú foreldur kunnu verða upplýst betur um avleiðingarnar av pornografi, heldur Steffan Klein Poulsen fyri.

Miðflokkatingmaðurin vísir á, at tað er sera torført hjá foreldrum at hava tamarhald á internetnýtsluni hjá børnunum.

- Ein kanning úr Bretlandi staðfesti, at 75% av foreldrunum hildu, at teirra egnu børn ongantíð høvdu sæð pornografi. Ein stórur partur fór tó skeivur, tí heili 53% av børnunum høvdu sæð tað.

Fyrispurningurin hjá Steffani Klein Poulsen verður væntandi viðgjørdur í næstu viku ella vikuna aftaná tað, skilst.

Fyrispurningurin kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald