back-icon

09.07.2020 21:00

Ungir danir ballast í Bulgaria - danskir politikarar eru í øðini

Danskir politikarar eru ikki fegnir, nú videoupptøkur eru komnar fram í ljósið av ungum dønum, sum hugna sær á vælumtókta frítíðarstaðnum Sunny Beach í Bulgaria

Mynd: TV2
09.07.2020 21:00 Jens Hákun Leo

Mikudagin í hesi vikuni fóru 150 danir á ein ungdómstúr til vælumtókta frítíðarstaðið Sunny Beach í Bulgaria.

Nógvir av teimum 150 dønunum vórðu hósnáttina sæddir í ballingarhýri, har teir hálvsfevndu hvønnannan og drukku av sama glasi.

Hetta hevur elvt til almikla øsing ímillum danskar politikarar, skrivar TV2.

Ferðaskrivstovan DUF-rejser hevur skipað fyri túrinum, og hon fær eisini eina harða viðferð frá donskum politikarum. 

Danska uttanríkisráðið frámælir ikki ferðum til Bulgaria, og tey í DUF-rejser føra fram, at tey hava mint tey ungu á at halda tilmælini frá heilsumyndugleikunum og at halda seg frá innandura náttklubbum og heldur halda seg til tær mongu veitslurnar, sum verða hildnar á strondini.

Men hetta fær ikki danskar politikarar at blíðkast.

Liselott Blixt, heilsuorðførari hjá Dansk Folkeparti, hartar DUF-rejser og heldur, at ferðaskrivstovan raðfestir pengar fram um heilsu.

- Ferðaskrivstovan skuldi skammað seg. Hon er bara úti uppá at tjena pengar. Hon eggjar til drukk og balladu, og tað ber heldur ikki til at siga við ein persón, sum er skítetandi fullur, at hann skal halda seg uttandura, sigur Liselotte Blixt millum annað.

- Idioti í Bulgaria

Tey í DUF-rejser føra annars fram, at tey kunnu 100 prosent standa inn fyri túrunum, sum tey skipa fyri, og at tey ikki hava ráð til at lata vera við at skipa fyri teimum orsakað av koronakreppuni.

Rasmus Horn Langhoff úr Sosialdemokratiet hevur ikki heilt ta somu fatanina sum DUF rejser.

- Hetta er tápuligt og út um øll mørk. Ein Sunny Beach ballingartúrur sum hesin kann skjótt gerast ein koronatúrur. Eg haldi, at tað er serstakliga egoistiskt av ferðaskrivstovuni, og eg haldi, at her er talan um grammleika, sigur Rasmus Horn Langhoff millum annað.

Langhoff kallar eisini tað, sum hendir í Bulgaria, fyri "idioti", og hann mælir ungum frá at ferðast til Bulgaria.

- Tað er tápuligt at fara avstað (til Bulgaria, red). Fólk eiga at lata vera. Verðið heima, sigur hann stutt og greitt.

DUF strikaði veitslulýsing

DUF rejser fekk nógvan kritikk í byrjanini av juli mánaði fyri at lýsa við "veitslum saman við fleiri enn 2.000 øðrum ungum, náttklubbum, Pool party og Boat party". Hendan lýsingin varð seinni strikað.

Heilsuorðførararnir hjá Venstre og Radikale Venstre halda, at tey ungu at lata seg kanna sjálvboðin, tá ið tey koma aftur til Danmarkar, meðan orðførarin hjá Dansk Folkeparti heldur, at talan skal vera um eitt krav, at tey ungu lata seg kanna, og at tey hareftir skulu í sóttarhald, um tað vísir seg, at tey eru smittaði, skrivar TV2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald