back-icon

19.06.2020 13:44

Uppskot um at tvinga skeinkistøð at lata aftur enn einaferð beint í nevnd

Uppskotið hjá landsstýrinum um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar varð beint aftur í nevnd eftir 2. viðgerð í løgtinginum í dag

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður og uppskotsstillari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
19.06.2020 13:44 Jens Hákun Leo

Uppskotið hjá landsstýrinum um at tvinga matstovur og skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst klokkuslett um kvøldarnar varð beint aftur í nevnd eftir 2. viðgerð í løgtinginum í dag.

14 tinglimir atkvøddu fyri at beina uppskotið aftur í nevnd, meðan 12 tinglimir atkvøddu ímóti. Eingin atkvøða var blonk.

Fleiri barreigarar í Havn sendu fyrr í vikuni eitt hoyringsskriv til vinnunevndina hjá løgtinginum. Teir løgdu dent á, at um uppskotið verður samtykt, og um heimildin, sum landsstýrið fær við uppskotinum, verður brúkt til at skerja virksemið hjá teimum, so eiga teir at fáa fult endurgjald fyri tær inntøkur, sum teir missa av hesum. Teir mæltu til, at gildistíðin hjá uppskotinum, um tað verður samtykt, verður stytt niður frá 31. mars 2021 til 31. august 2020.

Í eini broyting til hoyringsskrivið, sum varð undirskrivað í gjár, leggja barreigararnir dent á, at um virksemið hjá teimum verður avmarkað meir enn til at hava opið til klokkan 02, so eiga teir at fáa eitt endurgjald eins og eftir uppskotinum til hjálparpakka 3.

Barreigararnir føra fram, at um onnur skipan verður viðtikin, og hendan endurrindar meira enn hjálparpakki 3, so eigur endurgjald at verða veitt eftir hesi skipan. Endurgjaldsábyrgdin eigur sambært barreigarunum einans at verða galdandi, so leingi sum lógaruppskotið er galdandi.

Barreigararnir undirstrika, at heimildin einans at verða brúkt til at avmarka virksemið hjá teimum, um so er, at Covid-19 verður staðfest í Føroyum, at sera nógv eru vorðin smittaði, og at smittuvandin tískil er heilt serliga stórur.

Tað var Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, sum heitti á løgtingið um at beina uppskotið aftur í nevnd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald