back-icon

02.07.2020 12:13

Væleydnað borðspælskvøld á Býarbókasavninum

Týskvøldið varð fyrsta borðspælskvøldið, sum áhugafelagið Tabletop Føroyar skipar fyri, hildið á Býarbókasavninum í Havn. Kvøldið eydnaðist stak væl, og fleiri enn 60 fólk møttu upp

(Mynd: Tabletop Føroyar, Facebook)
02.07.2020 12:13 Jens Hákun Leo

Týskvøldið varð fyrsta borðspælskvøldið, sum áhugafelagið Tabletop Føroyar skipar fyri, hildið á Býarbókasavninum í Havn.

Kvøldið eydnaðist stak væl, og fleiri enn 60 fólk møttu upp.

Hetta eru væl fleiri, enn fyrireikararnir høvdu væntað.

- Vit eru tikin á bóli av áhuganum og stuðulinum, vit hava fingið. Fleiri enn 60 fólk møttu upp, og hølini vóru full av borðspælsfjepparum, fyri ikki at nevna øll borðspølini tey komu við, siga fyriskipararnir og leggja afturat:

- Vit lærdu nógv av kvøldinum, og vit gleða okkum til hóskvøldið klokkan 18, tá tiltakið aftur verður á skránni.

[object Object]

(Mynd: Tabletop Føroyar, Facebook)

Ein av fyriskiparunum er Barbara Krossteig. Hon sigur, at endamálið við borðspælskvøldunum er at geva fólki, sum hava áhuga fyri borðspølum, eitt forum, har tey kunnu hittast og hugna sær saman afturvið einum góðum borðspæli.

Les meira: Býarbókasavnið karmur um borðspælskvøld í summar

- Hetta snýr seg um skapa relatiónir, og fólk eru vælkomin at taka síni egnu spøl við. Tað kann vera alt frá borðspølum sum Ludo, Partners og Race for the Galaxy til kortspøl sum Olsen, Grís og Uno.

[object Object]

[object Object]

(Myndir: Tabletop Føroyar)

- Øll er vælkomin, og vit ynskja at savna fólk um borðspøl og geva fólki møguleikan til at kunna skriva online, at tey mangla ein spælara til tað og tað spælið í kvøld. Og so kunn tey spyrja, um tað er nakar, sum vil vera við, sigur Barbara Krossteig.

- Hetta er sostatt eitt sosialt átak, sum kann vera gott fyri onkran, sum kanska býr einsamallur í einum lítlum kamari. Ella fyri onkran, sum er nýggjur her í landinum, og sum kanska ikki hevur so nógvar vinir enn. Ella fyri familjur, sum bara vilja fara út og hugna sær saman, leggur Barbara afturat.

Spælikvøldini á Býarbókasavninum í Havn verða týskvøld og hóskvøld í juli mánaði frá klokkan 18 til 21. Tað er ókeypis at vera við.

Tað ber til at møta upp sjálv/ur og verða sett/ur í ein bólk ella at møta upp sum ein bólkur og nýta hølini, siga fyriskipararnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald