back-icon

03.08.2020 13:39

Vænta at skula leika uttan áskoðarar

Í Fótbóltssambandinum rokna tey við, at Føroyar skulu spæla uttan áskoðarar í Nations League-kappingini, sum fer av bakkastokki í september

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
03.08.2020 13:39 Jens Hákun Leo

Fótbóltssambandið hevur enn ikki fingið endalig boð frá UEFA um, hvørt Nations League-dystirnir í næsta mánað ímóti Malta og Andorra verða við ella uttan áskoðarar.

Men Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, væntar tó, at dystirnir verða uttan áskoðarar.

- Eg ímyndi mær, at vit koma at fáa boð um, hvussu tað verður við hesum, innan eina viku. Vit skulu hava ein fund yvir netið síðst í hesi vikuni, og tá fáa vit nokk beskeð.

- Í løtuni vita vit sostatt einki, men eg vænti tó, at vit koma at fáa boð um at skula spæla dystirnar uttan áskoðarar, hetta tí at mann ynskir at koyra alt yvir eina linju, sigur Virgar Hvidbro, sipandi til at UEFA neyvan ynskir, at summi lond sleppa at hava áskoðarar til sínar dystir, meðan onnur ikki sleppa.

Føroyar skulu leika ímóti Malta á heimavølli 3. september og ímóti Andorra á útivølli 6. september.

Føroyar hava tveir heimadystir í oktober, men Virgar Hvidbro sigur, at eisini hesir dystirnir hanga enn í leysum lofti, tá tað kemur til spurningin um áskoðarar.

Føroyar skulu leika á heimavølli ímóti Lettlandi og Andorra í oktober og á útivølli ímóti Lettlandi og Malta í november. Harumframt skulu Føroyar leika tveir vinardystir ímóti Danmark og Litava í heyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald