back-icon

18.09.2020 00:17

Var skeivt at brúka hesa myndina?

Skansa-fjepparar til landsdyst áðrenn koronasmittan byrjaði, var tað, sum Dagur og vika brúkti sum dømi

(Skíggjamynd: Kvf.fo)
18.09.2020 00:17 Sverri Egholm

At Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, í Degi og viku í kvøld skuldi svara spurningum út frá einari mynd av fjepparum hjá Skansanum, sum vóru til landsdyst áðrenn korona byrjaði, hevur fingið øði í brúkarar á Facebook.

Tað er Niels Uni Dam, sum byrjar kjakið við at biðja um eina umbering frá Degi og viku. Tað ger hann inni á Kringvarp Føroya-bólkinum á Facebook.

- Nú lúgva tit illa í Degi og Viku, hetta er ærumeiðing í besta falli. Vísa myndir av okkara Skansa, og siga, at myndirnar vísa, at fólk ikki virða tilmælini til fótbólt. Tað er væl møguligt, at summi feløg ikki virða tilmælini, men tá tit leggja myndir av mær og øðrum í Skansanum, so eru tær myndirnar frá áðrenn korona, skrivar Niels Uni Dam.

[object Object](Skíggjamynd: Kvf.fo)

- Dagur og vika eigur at koma við eini umbering. Skansin er nakað av tí besta, ið er hent fyri føroyskan fótbólt, syndarligt, at tit soleiðis svína hann til, heldur Niels Uni Dam fyri.

Og aðrir brúkarar taka undir við honum.

- At vísa á, at besta áskoðarafelag í heiminum hevur skuld í koronu var harmuligt. Nei, heldur skuldi KVF brúkt onkra mynd frá onkrum fótbóltsvølli norðalaga í landinum, har fólki hevur staðið stappað saman. Tilmæli hevur man bara flent eftir, skrivar ein brúkari.

Næsta innslag var við B36 á tómum Tórsvølli, skrivar ein annar.

Kringvarpið hevur eisini reagerað uppá kritikkin í kvøld, og hevur lagt afturat á heimasíðuni undir innslagnum, at myndin, sum varð víst, var frá einum landsdysti áðrenn koroona.

-  Men hon er kortini umboðandi fyri, hvussu tætt, ið áskoðarar sita til fótbóltsdystir, stendur skrivað á kvf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald