Video: - Ivist um Christel er tann rætta
Teitur og Christel hava tað trupult í Singletown. Tað verður skrúvað upp fyri dramatikki og tárum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Realitysendingin Singletown er í gongd á stroymingartænastuni Dplay, og fimti og sætti partur komu út í morgun.
Higartil hevur ikki verið so nógv at hoyrt um kærleikslívið hjá føroyska umboðnum, Teitur Skoubo og damu hansara, Christel Trubka, sum seta parlagið uppá spæl í umstríddu sendingini.
(Mynd: Singletown)
Teitur Skoubo hevur verið á onkrum stevnumøti, men í fimta og sætta parti hava framleiðararnir skrúvað upp fyri dramatikkinum millum 25 ára gamla føroyingin og Christel.
Singletown er eitt kærleikseksperiment, har tey pør, sum luttaka búgva hvør sínari íbúð saman við øðrum. Kærleikin verður settur uppá spæl við veitslum, stevnumøtum og freistingum annars. Tað tey gera, verður víst á stórskermi fyri damuni ella sjeikinum í hinari íbúðini.
Í sendingini síggja vit at Teitur gerst altsamt meira í iva um Christel er tann rætta, og í kærleiksroyndini síðst í sætta parti røkkur tað hæddini.
- Eg hevði ynskt at kundi hugt uppá hana, og sagt, at tað skuldu vera hon og eg restina av lívinum, vit skulu hava børn, keypa hús saman, blíva gomul saman, men tað veit eg ikki. Og eg fari ongantíð at lúgva fyri henni, tað kann eg ikki, sigur Teitur grátandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald