back-icon

30.07.2020 22:29

Video: - Kunnu tit halda kjaft har niðri?

Tá TV2 partú skal tosa beinleiðis beint eftir familjudøgurðan ólavsøkudag, kann okkurt óhóskandi gleppa einum av munni - og inn í munnin, sigur Sjúrður Skaale

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

30.07.2020 22:29 Hvat.fo

Ólavsøkudag var ólavsøkan á breddanum hjá TV2 News, og prátað var til Føroya við Sjúrð Skaale, fólkatingslim.

Og tað var ein heldur øðrvísi samrøða við fólkatingslimin, har hann rópti niður til syngjandi gestir og tók ein snaps. Sjúrður Skaale hevur sjálvur lagt brotið við samrøðuni út, og tekur skemtiliga til, at øll orðini vóru kanska ikki so pen.

- Ná, øll orðini eg segði her vóru kanska ikki so pen - men tá TV2 partú skal tosa beinleiðis beint eftir familjudøgurðan ólavsøkudag, kann okkurt óhóskandi gleppa einum av munni - og inn í munnin, skrivar Sjúrður Skaale.

Síggj skemtiligu samrøðuna omanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald