back-icon

24.08.2021 16:53

Video: Alt ov seinur á flogvøllin

Á Youtube ber til at fylgja ferðini hjá Teiti Skoubo til Gran Canaria, har hann skuldi luttaka í Ex on the Beach. Men fyrst bíðaði eitt seks dagar langt sóttarhald á hotelli

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

24.08.2021 16:53 Hvat.fo

Teitur Skoubo er virkin aftur á Youtube. Fyri einum ári síðani kom nógv tilfar frá sprelska havnardronginum í Keypmannahavn, men seinastu mánaðirnar hevur ikki nógv verið at heinta.

Hann er við í Ex on the Beach á Discovery+, sum hvønn sunnudag kemur út við nýggjum pørtum. Upptøkurnar vórðu gjørdar fyrr í summar, og á ferðini til Gran Canaria, har festglaðu gestirnir flyta inn í eini stór summarhús nakrar vikur, hevur Teitur Skoubo gjørt ein vlog.

Men áðrenn Teitur sleppur at tjekka inn, skal hann halda seg inni á einum hotellkamari í seks dagar.

Sí video omanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald