back-icon

16.03.2022 16:42

Video: Brellbiti av nýggju DR-sendirøðini hjá Andriasi Høgenni

Tað eru danir, sum hava høvuðsleiklutirnar, men í sendirøðini spæla millum annað Klæmint Klakk, Armgarð Mortensen, Sissal Drews Hjaltalin og Beinta Clothier

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

16.03.2022 16:42 Sverri Egholm

Fríggjadagin verður sendirøðin “Ingen vej tilbage” tøk á DR3. Sendirøðin er í níggju partum, sum eru 15-20 minuttir til longdar. Tað er Andrias Høgenni, sum hevur leikstjórnað.

Fyrstu brellbitarnir eru komnir út á netið, og eitt videobrot sæst omanfyri.

Ingen vej tilbage snýr seg um eitt par sum fer frá einum ungdómsparlagi til eitt meira vaksið parlag, tá kvinnan verður við barn, greiddi Andrias Høgenni frá, í sendingini Lyst, herfyri.

Søgan gongur fyri seg í Danmark við donskum høvuðsleiklutum, men føroyskt útisetalív fyllir ein fittan part av DR ungdómsrøðini. Millum annað síggjast Klæmint Klakk og Sissal Drews Hjaltalin í brellbitanum.

Røðin hevur higartil fingið góð ummæli. Bæði Ekko og Soundvenue geva “Ingen vej tilbage” fimm av seks stjørnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald