12.07.2021 00:09
Video: Mest spældu føroysku tónleikararnir
Countrykongurin Hallur Joensen er klárt mest spældi tónleikarin í almenna Kringvarpinum síðani 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
12.07.2021 00:09
Hvat.fo
Kringvarpið hevur spælt flest sangir hjá Halli Joensen síðani 2018. Tað vísir eitt kort, sum Jannik Gade hevur gjørt og lagt á Youtube.
Har sær man hvussu nógv hesir ymisku tónleikararnir tíggjunda hvønn dag verða spældir í útvarpinum.
Í 2018 er tað Eyðun Nolsøe sum er greitt á fyrsta plássi, meðan Teitur spakuliga nærkast. Á sumri í 2019 fer Teitur framvið hitmakaranum og yvirtekur av álvara plássi sum mest spældi heilt til mars mánað í 2021, tá countrykongurin Hallur Joensen tekur trónina.
Sí video omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald