back-icon

13.09.2020 00:29

Video: Skápshurð mátti lúta fyri KÍ-fagnaðarrópi

Frøin var til at fáa eyga á í skiftingarrúminum hjá KÍ eftir 2-1 sigurin móti HB

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

13.09.2020 00:29 Sverri Egholm

KÍ setti við sigrinum á HB í kvøld veruligt oddastríðið. 2-1 sigurin í klassikaranum skuldi sjálvsagt feirast í umklæðingarrúminum.

Felagið hevur í kvøld deilt upptøku úr umklæðingarrúminum, har ovfarakæti er, og meðan teir bláu banka á skápshurðar, koma Deni Pavlovic og Jóannes Kalsø Danielsen í trupulleikar av einari hurð, sum gerst leys.

Sí skemtiligu videoupptøkuna omanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald