back-icon

13.10.2021 19:16

Video: Skuffukøkan hjá sløkkiliðnum á Tórsvølli farin víða um

Danin Anders Hemmingsen hevur lagt videobrotið út til sínar 1,1 millionir fylgjarar á Instagram

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

13.10.2021 19:16 Hvat.fo

Sløkkiliðið skal altíð vera til staðar tá landsdystur er, og dysturin millum Føroyar og Skotland í gjárkvøldið var einki undantak.

Teir sita altíð í sunnara horninum oman ímóti Gundadalshøllini, og hesaferð vóru teir væl fyrireikaðir. Tað var kalt í gjárkvøldið, og við sær høvdu teir ikki bert kaffi, men eisini hevði onkur teirra skuffukøku við til dystin.

Hetta er kanska eitt sindur øðrvísi enn vanligt, og danski skemtarin Anders Hemmingsen hevur fingið videobrotið sendandi, og hevur lagt tað út til sínar 1,1 milliónir fylgjarar á Instagram.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald