back-icon

01.09.2021 00:22

Video: Trøllanes aftur við í James Bond-brellbita

Nýggjasti brellbitin av James Bond-filminum sum kemur út síðst í september, inniheldur hesaferð tvey sekund av Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

01.09.2021 00:22 Hvat.fo

Tey vóru í Kallsoynni í september í 2019 og gjørdu upptøkur til nýggjasta James Bond filmin. Filmurin skuldi frumsýnast á vári 2020, men hetta varð av ongum. Frumsýningin er síðani útsett fleiri ferðir, men nú bendir okkurt á, at filmurin verður vístur 30. september.

Í øðrum brellbita sum er komin út, sóust Trøllanes og Kallurin í eitt sekund, men hesaferð sæst økið í næstan tvey sekund. Ikki hissini.

[object Object]

Nú sæst tað eitt sindur betri. At síggja til hava tey gjørt ein tunnil út á Kallin, og ymiskir bygningar eru har. Í Trøllanesi síggja út til at vera tangar av onkrum slag og eitt havnarlag.

Lítla brotið av Føroyum sæst á 1:17 minutti í brellbitanum omanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald